"Hvussu kanst tú skriva at vit í Føroyum hava ein tjóðarbúskap, sum er í heimsflokki, tá ið pengar fossa úr landskassanum í sera góðum búskaparligum tíðum??"
Bæði landsbankastjórin og forfólki í Búskaparráðnum hava í miðlunum og teirra greiningum lagt dent á, at vit í Føroyum eiga at stýra so skilagott at avlop eigur at vera á Fíggjarlógini í so góðum tíðum - eri sjálvsagt samdur og grundleggjandi eiga vit tað.
Avlop at standa ímóti við tá ið tíðirnar versna og tá hava búskaparliga megi at gera neyðugar almennar íløgur fyri at útinna leiklutin at minka um "fallið" sum tá natúrliga kemur (eisini væl lýst og boða frá Búskaparráðnum).
Hinvegin hevur okkara tjóðarbúskapur so mikið av styrki og haldføri at Føroyar ongar fíggjarligar/búskaparligar trupulleikar hava ella fáa við at reka samfelagið við undirskoti á Fíggjarlógini í nøkur ár - vit eru als ikki á veg út av eggini - vit hava ein so mikið sterkan búskap at vit hava vunnið okkum týdningarmikla ráðleggingartíð - tíð at seta eina greiða kós fyri Føroyar - tíð at menna og nýskapa føroyska samfelagið til framtíðar haldføri - ein sera sterk strategisk støða vit hava sett okkum í - herðaklapp til Føroyar fyri gott avrik!
Mín útsøgn er grundað á Moody´s kredittmeting av føroyska búskapinum og greiningar frá Landsbankanum og Búskaparráðnum í Føroyum.
Um ein meirnýtsla ella eitt hall á fíggjarlógini í nøkur ár skal kunna verjast politiskt, so skal tað verjast við at vera ein liður í at skapa haldføri, soleiðis at vit eisini um 25-30 ár hava ein sterkan tjóðarbúskap í heimsflokki.
Upplagdi fylgispurningurin er tá: Síggja vit eina skipaða og væl fyrireikaða ætlan við greiðari kós aftanfyri meirnýtsluna á fíggjarlógini?
Ella spurgt á annan hátt:
Er hallið á Fíggjarlógini eitt tekin um eina strategiska meirnýtslu, ið fremur framtíðar haldføri?
Úr mínum sjónarhorni síggi eg (tíanverri) ikki nakra langtíðarætlan við greiðari kós aftanfyri verandi meirnýtslu - og tað er sjálvandi ikki haldbart og vit eiga at krevja munandi meira av okkara politisku skipan.
Hugsið tykkum eina gjøgnumskygda heildarætlan fyri okkara land og tjóð - har vit hava sett grundleggjandi fortreytir, karmar, virði og kós fyri okkara framtíð - síggja tit myndina fyri tykkum?
Kenslan at hevja okkara tjak, viðgerð og fólkaræðið uppá eitt hægri støði har savningarmegin verður styrkt - ikki tí at vit øll skulu vera samd - als ikki - men hendan serstaka upplivingin tá ið vit megna at vera ósamd á einum hægri fólkaræðisligum støði.
Fyri teg, meg og Føroyar💚🇫🇴
Stjóri í Hardlei Consult, sum hevur sum tilverugrundarlag at hjálpa leiðarum í Føroyum at eydnast. Havi drúgvar leiðsluroyndir, m.a. verið rektari á Glasi, har eg eisini undirvísi.
Til Løgtingsvalið 26. mars 2026 stilli eg sjálvandi upp fyri Tjóðveldi.