Føroyar eru eitt land, sum livir av sterkum vinnum innan fiskivinnu, alivinnu og shipping. Men kortini hava vit ongar egnaðar útbúgvingar innan shipping – ein av týdningarmestu vinnugreinunum hjá okkum.
Í dag kann ein ungur føroyingur lesa shipping, men gjøgnum ein danskan lærustovn. Tað er ikki haldbært.
Ein skipað shipping‑útbúgving hevði styrkt vinnuna, styrkt fakliga førleikan heima, og ikki minst givið okkara ungu eina greiða farleið inn í eina spennandi og altjóða vinnu við stórum møguleikum.
Vit hava longu arbeiðsplássini, vit hava vinnuna, og vit hava tørvin. Nú manglar bert útbúgvingin.
Tí er tíð at taka næsta stig:
At seta á stovn eina føroyska shipping‑útbúgving, sum lyftir bæði vinnuna og komandi ættarlið.
Ólavur í Geil
Valevnið fyri Miðflokkin
